HEIM

Býráðsfundur 24. sept. 2009

1.
J. nr. 352 - 09/00432

Bygnaðarbroytingar í barnaansingini hjá Runavíkar kommunu.
Ummæli frá Sosialu Deild:
Á Skála er bygnaðurin broyttur soleiðis at Frítíðarstovan og Dagstovnurin eru undir somu leiðslu.
Sosiala deild mælir til, at dagrøktirnar í Runavík og á Skála verða samanlagdar.
-Sosiala nevnd mælir til at samtykkja bygnaðarbroytingina í barnaansingini.
-Býráðið samtykti at taka undir við Sosialu nevnd.

2.
J. nr. G 265d – 04/00007

Teknisstovan v/Eyðun Petersen, søkir um byggiloyvi til íbúðarbygning við 8 íbúðum á matr. nr. 265d í Saltangará. Ætlanin verður tillagað loyvinum frá kommununi 03/03-04 og 05/10-07.
Sagt verður í skrivinum, at fyritreytin fyri at byggingin kann fara í gongd er, at vegaføringin til økið verður avgreidd.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 16/09-2009 mælt frá at játta byggiloyvi grundað á:
· Mett verður ikki, at rætt er at leiða meiri ferðslu gjøgnum torgið við býráðshúsið.
· Alternativ loysn við vegi suðureftir til Tjaldraveg er ovkostnaðarmikil til eitt einstakt byggjarí
Mælt verður til at taka upp samráðingar við umsøkjaran um keyp/umbýti av stykkinum.
-Býráðið samtykti at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

3.
J. nr. 256 – 09/00572

Øki til minnivarða og frílendi á Glyvrum.
Regin Jacobsen hevur, vegna arbeiðsbólk á Glyvrum, sent uppskot til øki á Glyvrum til minnisvarða og til fríøki, sum Teknistovan v/Eyðun Petersen hevur gjørt, og heitir á býráðið um at luttaka í verkætlanini, við m.a at ogna sær lendi til fríøki og minnisvarða.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 15/09-2009 mælt til at kommunan ognar sær lendið niðanfyri fjósið matr. nr. 106 og 101i á Glyvrum til minnisvarða og lendi til gøtu frá Glyvragjógv suður til minnisvarðaøkið.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Sum víst á viðlagda korti, er neyðugt at keypa íalt 924 m2 burturav 5 ymiskum matriklum til endamálið. Kostnaðurin verður mettur til kr. 111.640,00.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 16/09-2009 mælt til at at góðkenna ætlanina og at taka hetta við í endurskoðan av býarplaninum. Mælt verður eisini til at avseta 150.000 kr á komandi fíggjarætlan til jarðakeyp.
Nevndin heitir á Tekn. deild um at arbeiða víðari við málinum.
-Býráðið samtykti at taka undir við mentanarnevndini og byggi- og býarskipanarnevndini.

4.
J. nr. 029 – 09/00514

Broyting av Kommunustýrisskipanini fyri Runavíkar kommunu.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 17.09.2009 mælt til at samtykkja uppskotið til broyting í kommunustýrisskipanini.
-Býráðið samtykti at góðkenna uppskotið til Kommunustýrisskipan.

5.
J. nr. 102 – 09/00594

Eykajáttan fyri 2009.
Keyp av gomlu doktarahúsunum
-Fíggjarleiðarin mælir til at samtykkja eykajáttan uppá 1 mió. á nýstovnaða rakstrarstaðið 611 “Kommunalir bygningar, íløgur”. Játtanin verður flutt frá RS 651 “Vatnverk, íløgur”Hetta fær hvørki ávirkan á samlaðu økini sum Tekniska nevnd fyrisitur ella samlaðu figgjarætlanina fyri 2009.
-Býráðið samtykti at játta 1. mió. til keypið av gomlu doktarahúsinum og at játtanin frá rakstrarstaði 651 verður flutt til 611.