HEIM

Býráðsfundur 31. januar 2008

1.
J. nr. 230 – 08/00003

Møguligt on-line samstarv millum Bókasavnið í Skála skúla Glyvra Bókasavn.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 03/01-2008 gjørt av at fáa kanna um tað ber til at knýta søvnini saman við verandi útgerð, ella hvat møguliga skal til fyri at fáa hetta gjøgnumført.
-Býráðið hevur á fundi 31/01-2008 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.

2.
J. nr. 352 – 08/00008

Foreldur at børnum í Barnagarðinum í Oyndarfirði heita á kommununa um at seta frítíðarskúla á stovn í Oyndarfirði.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 22/01-2008 mælt til at miðað ímóti, at tænastustøðið skal verða tað sama í allari kommununi.
-Býráðið hevur á fundi 31/01-2008 samtykt at taka undir við sosialu nevnd.

3.
J. nr. SK 60 – 07/00772

Í skrivi df. 15/11-07 spyr Jógvan Niclasen, Tórshavn um hvørjar møguleikar hann hevur, um hann keypir neysti matr. nr. 60 í Skálafirði:
Er tað møguleiki at keypa stykkið uttan um neystið ?
Er tað møguligt at byggja tilbygning suður úr neystinum ?
Hvar kann rottangi setast ?
Ásetingarnar fyri D1-øki stk, a) og b) eru:

1. Øki D1:
a) Økið verður nýtt til neyst og havnarlag í samband við hetta.
Byggivaldi kann loyva at loft á neysti verður innrættað til ítróttar- og onnur frítíðarfelagsrúm í samband við fríðtíðarítriv í samband við sjógvin.
b) Bygging kann bert fara fram eftir útstykkingarætlan, sum fevnir um alt økið og sum samsvarar við pkt. c og d í hesum stk.

Tað er onki sum forðar fyri at økja um grundstykkið í ásetnigunum til D1-øki, heldur ikki at gera tilbygning uppí neystið.
Annars heldur Tekn. deild at tað var rættast at gjørt tilbygningin í vestara enda á neystinum
Rottangin eigur at verða settur inni á grundstykkinum.
-Havnarnevndin hevur á fundi 21/01-2008 mælt frá at neystaøki verða seld til summar-húsaktivitetir oa.
Annars mælir havnarnevndin til at geva loyvi til at keypa neyst og eitt lítið øki rundanum ca. 2 m.
-Býráðið hevur á fundi 31/01-2008 samtykt at taka undir við Havnarnevndini.

4.
J. nr. 352 – 08/00045

Hølisviðurskifti v.m. hjá dagrøktini í Runavík.
-Býráðið er á fundi 31/01-2008 kunnað um málið.

5.
J. nr. 132 – 07/00630

Uppskot um at skipa fyri forskúlatilboðið og frítíðaransing til børn fyri skúlaaldur.
Ummæli frá Sosialu Deild:
Í samband við at børn børnini við serligum tørvið í Søldarfjarðar skúla møguliga flyta í Glyvra skúla, mælir sosiala deild til at umhugsa at flyta Frítíðarskúlan í Søldarfjarðar skúla og evt. at stovna forskúla.
Á hendan hátt kunnu vit loysa akutta hølistrupulleikan hjá Frítíðarskúlanum og Dagrøktini, umframt at økja um samlaða ansingartilboðið.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 22/01-2008 mælt til at hølistrupulleikarnar hjá Frítíðaransingini og Dagrøktini verða loystir skjótast gjørligt, við at nýta tøku skúlabygningarnar. Í hesum sambandi raðfestir sosiala nevnd frítíðartilboð til 2. flokk framum forskúlatilboð. Málið eigur at vera, at Frítíðaransing verður flutt til Søldarfjarðar og at Dagrøktin fær doktarahúsini til spælistovu.
-Býráðið hevur á fundi 31/1-2008 samtykt at Mentanarnevndin og Sosiala nevnd í felag viðgera málið, saman við leiðslu skúlans.

6.
J. nr. 502 – 07/00343 og J. nr. SK 404 – 07/00565

Tá kærufreistin var úti 12/12-2007 var ein kæra er komin til Býarplansbroytingina í Horni á Skála.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Í skrivi df. 28/11-07 mótmæla Nanna Poulsen, Tórshavn, Carlo Poulsen og Regin Poulsen, Skála við gamla býlingin í Horni á Skála.
TD hevur tillaga býarplansuppskotið saman við Símun Arge, fornfrøðingi soleiðs, at byggiætlanin ikki órógvar møgulig fornminni á staðnum.
TD mælir frá at ganga mótmælunum frá Nanna Poulsen, Tórshavn, Carlo Poulsen og Regin Poulsen, Skála, sum eru dagfest 06/08-07 og 28/11-07 á møti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 23/01-2008 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/01-2008 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.

7.
J. nr. 503 – 08/00038

Útstykking í Saltangará og á Glyvrum
Býráðsumsitingin hevur heitt á Teknisku deild um at finna út av hvussu nógv grundstykkir kunnu fáast í útlagda B-økinum víðari frá útstykkingini sum er í ger við Hjallaveg og Norðurhædd.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Í Saltangará er útlagt í býarplaninum til uml. 20 grundstykkir og 15 á Glyvrum og er samlaða víddin uml. 30.000 m2
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 23/01-2008 mælt til at ogna sær tey útløgdu økini inni á Glyvrum.
-Býráðið hevur á fundi 31/01-2008 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.

8.
J. nr. 132 – 08/00002

Interaktivar talvur til Skála skúla.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 03/01-2008 mælt til at keypa 3 interaktivar talvur til skúlan á Skála.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 24/01-2008 samtykt at taka undir við Mentanarnevndini. Innkeypið verður gjørt saman við samlaða innkeypinum til Runavíkar skúla.
-Býráðið hevur á fundi 31/01-2008 samtykt at taka undir við mentanarnevndini og fíggjarnevndini.
Samtykt varð eisini at keypa eina interaktiva talvu til Oyndarfjarðar skúla um ynski er um tað.