HEIM

Býráðsfundur 28. apríl 2008

1.
J. nr. 104 – 08/00030

Bygging og fígging av barnagørðunum í Søldarfirði og á Skála.
-Býráðið hevur á fundi 08/04-2008 samtykt at taka undir við fíggjarnevndina um at upptaka lán kr. 28. mió. til restfígging av Runavíkar skúla og av barnagørðunum.
-Sosiala nevnd mælir til, at farið verður undir at byggja 1. byggistig av barnagørðunum í Søldarfirði og á Skála. Kostnaðurin er 20 mill. kr.
Sosiala nevnd mælir til at fíggja íløguna við lántøku í ár og við avseting í íløguætlanini fyri 2009.
Býráðið hevur á fundi 28/04-2008 samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd. Samtykt varð barnagarðurin á Skála byrjar fyrst og at taka upp samráðingar við Búsetur um at báðir barnagarðarinir verða lidnir í okt. 2009 við sama fíggingarmynstri sum fíggjarleiðarin hevur sett upp:
2008 kr. 10.225.000,-
2009 kr. 7.475.000,-
2010 kr. 2.600.000,-
-Einmælt samtykt-

2.
J. nr. 105 – 08/00120

Fíggjarligur stuðul til ítróttarfeløgini í kommununi í 2008.
-Mentanarnevndin mælir til at veita sama stuðul til feløgini sum seinasta ár.
Býráðið hevur á fundi 28/04-2008 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.
-Einmælt samtykt-

3.
J. nr. 243 – 07/00298

Bygging av nýggjari Støkk høll sunnanfyri Ítróttarhøllina í Runavík.
Uppskot frá støkk til avtalu millum Støkk og kommununa og uppskot til skeyti uppá gomlu Støkk-høllina og leigusáttmála við nýggju høllina.
-Mentanarnevndin mælir til at taka prinsipiella avgerð um at verkætlanin ‘Støkkhøllin’ kann gerðast eftir einum leisti sum lýst í málinum.
-Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá mentanarnevndini.
Býráðið hevur á fundi 28/04-2008 samtykt at taka undir við mentanarnevndini og fíggjarnevndini.
-Einmælt samtykt-

4.
J. nr. 530 – 08/00178

Møgulig tilmelding til Umhvørvisátakið 2008, (sum fyrr hevði heitið Best røkta bygd). Tilmeldingarfrestin er 28/4-2008:
Kappast verður í greinunum:
Best røkta bygd, býur ella býlingur
Best røkta vinnuøki
Sermerkt náttúruøki
Besta átak
-Tekniska nevnd mælir frá at melda til í ár, men at peningurin verður nýttur til aðra fríðking, planting v.m.
Býráðið hevur á fundi 28/04-2008 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.
-Einmælt samtykt-

5.
J. nr. 503 – 08/00039

Jarðarkeyp til víðari útstykking í Saltanará
Ummæli frá Teknisku Deild:
Nú í seinastuni hava vit arbeitt við býarplani í Saltangará frá reinsiverkinum og móti norði, og er tann størsti parturin av Saltangará útfyltur.TD mælir til at arbeiða móti suðri frá Breiðubrekku og út móti Røktar- og Ellisheiminum. Her eru uml. 33.000 m2 tøkar til millum 30-40 grundstykkir
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at keypa lendi.
Býráðið hevur á fundi 28/04-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Einmælt samtykt-

6.
J. nr. 561 - 07/00603

Nýggj íbinding til vegin á Høganesi (hjá Nes kommunu), framvið nýggja skúlanum í Runavík.
-Byggi- og býarskipanarnevndin metir at vegíbindingin, ið vendir í ein sunnan, er til ov stóran ampa fyri skúlaøkið, mælt verður tí til at arbeiða víðari við vegíbindingarloysnina sum gongur meira í ein vestan.
Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at uppskotið df. 16/04-2008 verður brúkt í víðari samráðingum við Nes kommunu.
Býráðið hevur á fundi 28/04-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Einmælt samtykt-

7.
J. nr. 032 - 06/00562

Bygging eystanfyri rað- og tvíhúsini í Runavík.
TD hevur kannað um bygging kann fara fram innanfyri lýsta kommunumarkinum, sum Matrikulstovan nú er komin fram til og er komin til tað niðurstøðu, at eitt 25 m breitt byggiøki kann leggjast eystan fyri tvíhúsini.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at tillaga byggingina innanfyri verandi kommunumark.
Býráðið hevur á fundi 28/04-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Einmælt samtykt-

8.
J. nr. 502 – 08/00168

I. Johansen, bóndi mótmælir at matr. nr. 8a inngarðs bøur verður broyttur frá landbúna til byggilendi.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Í broytingaruppskotinum sum hevur ligið frammi, er eitt vendistykki á vegnum inni á matr. nr. 8a, og er hetta stykki uml. 230 m2. Ásetingarnar á matr. nr. 8c – g – h og 8i frá G1-øki (landbúnaðarøki) broytt til B-øki, sum er byggilendi til sethús.
Hesar matr. nr. 8c – g – h og 8i hevur Oyndarfjarðar kommuna keypt av inngarð bønum matr. nr. 8a í mars mánaða 2002. Tekn. deild mælir frá at ganga mótmælinum á møti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
Býráðið hevur á fundi 28/04-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Einmælt samtykt-

9.
J. nr. 512 – 07/00102

Sp/f VIST søkir um loyvi at keypa byggilendi burtur av matr. nr. 1b í Runavík.
Tekn. deild mælir til at játta byggiøki við ávísari tíðarfreist, t.d. 6 mánaðar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 16/04-2008 mælt til, at Sp/f Vist fær sunnara helmingin av útlagda økinum omanfyri Tvíhúsini. og at Tekn. deild ger uppskot til treytir og avtaluuppskot til næsta fund.
Býráðið hevur á fundi 28/04-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Einmælt samtykt-

10.
J. nr. 512 – 07/00080

Sp/f JHR Entreprenørar søkja um loyvi at keypa øki burtur av matr. nr. 1b til útstykking til sethús.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekn. deild mælir til at játta byggiøki við ávísari tíðarfreist, t.d. 6 mánaðar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 16/04-2008 mælt til, at Sp/f JHR fær norðara helmingin av útlagda økinum omanfyri Tvíhúsini. og at Tekn. deild ger uppskot til treytir og avtaluuppskot til næsta fund.
Býráðið hevur á fundi 28/04-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Einmælt samtykt-

11.
J. nr. S 32 – 08/00053

Uppsetan av vindmyllum í bygdum øki.
TD hevur leitað eftir lógum, reglum og kunngerðum um byggiloyvir til Vindmyllir:
Cirkulære om planlægning for vindmøller
Miljøministeriets cirkulære nr. 21 af 28. januar 1994
Cirkulære om planlægning for og landzone-tilladelse til opstilling af vindmøller.
Miljø- og Energiministeriets cirkulære nr. 100 af 10. juni 1999.
I Håndbog for bygningmyndigheder síðu AP 169, eru 3 klagur um vindmyllur viðgjørd av Naturklagenævnet, og verður nevnt at vindmyllurnar eru settar 34 m – 20 m og 45 m frá nærmastu bygningunum. Naturklagenævnet hevur staðfest Amtstilladelsen við treytum.
Annars skal TD gera vart við, at omanfyri nevndu Cirkulære bert umtala vindmyllur úti á landinum, also á stórum víddum, ikki í tætt bygdum øki.
Tekn. deild mælir býráðnum til at gera eina viðtøku sum noktar byggiloyvi til vindmyllur innanfyri útgarðarnar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
Býráðið hevur á fundi 28/04-2008 samtykt at beina málið aftur í Byggi- og býarskipanarnevndina.
-Einmælt samtykt-

12.
J. nr. T 94 – 08/00187

Teknistovan søkir við skrivi df. 16/04-2008 vegna P/F Borg um loyvi at gera broytingar av bygninginum (Timburhandlinum) í Runavík smb. viðsendu tekningum df. 11/04-2008.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekn deild mælir til at játta umsóknina, treytað av at:
umbyggingin fær góðkenning frá Brunaumsjónini.
umbyggingin fær góðkenning frá Arbeiðseftirlitinum.
byggiloyvi ikki verður givið fyrrenn omanfyrinevndu góðkenningar eru givnar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
Býráðið hevur á fundi 28/04-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Einmælt samtykt-
Rodmundur Nielsen var ikki við í viðgerðini av hesum máli.

13.
J. nr. 038 - 08/00144

Keyp av nýggjari gravimaskinu Huddig 1260, tilboð frá KJ-Hydraulik
Tilmæli frá Teknisku Deild:
Rennugravari sum kommunan eigur er 6 ára gamal og hevur koyrt meira enn 6.000 tímar, og metir Tekn. deild tað vera rættast at býta hann um við eina nýggja maskinu.
Vísandi til viðlagda tilboð frá KJ-Hydraulik, heldur TD at býtisprisurin er góður og mælir til at taka av tilboðnum.
-Tekniska nevnd hevur samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild, treytað av at fíggjarnevndin útvegar neyðuga eykajáttan t.v.s. 109.000 kr fyri verandi fíggjarár.
-Fíggjarnevndin tekur undir við at keypa maskinunam men mælir til, at umsóknin um eykajáttan verður viðgjørd tá greitt er, nær maskinan kann leverast, og hvussu gjøldini fella.
Býráðið hevur á fundi 28/04-2008 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.
-Einmælt samtykt-
Ólavur A. Olsen tók ikki lut í viðgerðini av hesum máli.

14.
J.nr. 606 - 07/00252

Politiið sendir við skrivi df. 15/04-2008 umsókn frá Sp/f Við Hús til ummælis, har felagið søkir um at víðka skeinkiloyvi hjá matstovuni Bedura, til eisini at umfata loyvi til at skeinkja uttandura.
Rodmundur Nielsen skjeyt upp at loyva uttandura skeinking á avmarkaðum øki vestanfyri bygningin í eina royndartíð árið út.
Uppskotið fall við 4 atkvøðum fyri og 5 ímóti.

15.
J. nr. 02 – 08/00202

Eykajáttan til bygging av barnagørðunum á Skála og í Søldarfirði.
-Vísandi til gjaldførisætlan frá fíggjarleiðaranum, hevur fíggjarnevndin á fundi 28/04-2008 mælt til at veita eina eykajáttan uppá 10.225.000,- í inniverandi fíggjarári til bygging av báðum barnagørðunum.
Býráðið hevur á fundi 28/04-2008 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.
-Einmælt samtykt-