HEIM

Býráðsfundur 31. mai 2007

1.
J. nr. 025 – 07/00232

Rodmundur Nielsen, býráðslimur søkir um at fáa framlongt farloyvi frá býráðsarbeiðinum til
1. sept. 2007.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at játta umsóknini.

2.
J. nr. 561 – 07/00317

Líknargøtuvegur í Saltangará. – innkomin tilboð
Tekn. deild mælir til at taka av lægsta tilboðnum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/05-2007 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

3.
J. nr. SK 257a – 07/00338

Hans J. Johannesen, Skála heitur í skrivi df. 15/04-07 á býaráðið um at selja sær matr. nr. 257a, og heitur eisini á býráðið um at broyta býarplanin á matr. nr. 257a soleiðis at sethús kunnu byggjast á stykkið.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Stykkið liggur fyri mesta partin í B-øki til sethús.
Ein gongugøta er upprunaliga løgd á stykkið millum vegirnar Gerðisgøtu og Gerðisbrekku í býarplaninum áðrenn kommunu samanleggingina, og er eisini eitt F-øki á stykkinum. Henda gongugøta er eisini løgd í galdandi býarplaninum, men onki F-øki.
TD mælir til at halda fast við gongugøtuna, og mælir frá at broyta býarplanin.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/05-2007 mælt til at játta umsøknini.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

4.
J. nr. 502 – 07/00345

Schumann Hjaltalin søkir í maili 16/04-07 um at fáa ásetingarnar í býarplaninum fyri matr. nr. 74 í Elduvík broyttar frá G1-øki til B-øki.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Stykkið matr. nr. 74 er illa skapt til húsabygging, og er eisini sera bratt, vegurin vestanfyri er landsvegur. Tekn. deild mælir frá at játta umsóknina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/05-2007 mælt til at ganga umsøknini á møti.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

5.
J. nr. 502 – 07/00343

Býarplansbroyting í Horni á Skála.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Á hjáløgdu tekning eru 3 uppskot víst og eru tey:
Uppskoti nr. 1 sum hevur ligið frammi, men ikki góðkent av Innlendismálaráðnum, hevur eitt B-øki sum er uml. 11.750 m2 til Hans J. Johannesen at byggja á.
Uppskoti nr. 2 sum er uppskotið sum Teknisk deild gjørdi til eina møguliga broyting í viðgerðini í Býarskipanarnevndini hjá Innlendismálaráðnum, hevur eitt B-øki sum er uml. 9.300 m2 til Hans J. Johannesen at byggja á.
Uppskoti nr. 3 hevur Teknisk deild gjørt eftir tosinum hjá Hans Jacob Johannesen, Kára Johannesen og Ásbjørn Mikkelsen, og hevur eitt B-øki sum er uml. 10.050 m2 til Hans J. Johannesen at byggja á.

Munurin millum víddirnar á B-økjunum í uppskotunum nr. 2 og nr. 3 er bert 750 m2

Vísandi til omanfyiri standandi, mælir TD til at arbeiða víðari við uppskotinum nr. 2, og halda fast við skákvegin niðan til vegin Hórheiðar og ítróttarhøllina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 18/04-2007 samtykt at heita á Tekn. deild um at gera nýtt broytingaruppskot.
-Býráðið hevur á fundi 26/04-2007 samtykt at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini.
Nýtt ummæli frá Teknisku Deild:
Tekn. deild hevur gjørt nýtt uppskot sum liggur í málinum df. 26/04-2007 merkt uppskot frá Hans J. Johannesen, Kára Johannesen og Asbjørn Mikkelsen.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/05-2007 mælt til at taka undir við uppskoti frá Hans J Johannesen, Kára Johannesen og Asbjørn Mikkelsen dagf. 26/4-2007.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini, t.v.s. uppskot merkt nr. 2 dagf. 26/04-2007, við einum B-øki sum er 9.300 m2 til víddar.

6.
J. nr. G 56a – 07/00320

Jarðarkeyp burturav matr. nr. 56a til víðkan av kirkjugarðinum á Glyvrum.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at keypa matr. nr. 56a, og mælir eisini til at Glyvra Kirkja ella Kirkjustjørnin far loyvi til at keypa grundstykkið við neyðugum parkeringsplássum til kirkjuna burtur av økinum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/05-2007 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

7.
J. nr. EL 89 – 07/00356

Johanna P. Samuelsen søkir í skrivi df. 23/04-07 um loyvi at keypa matr. nr. 256 vestan fyri matr. nr. 98 í Elduvík, til at fríðka.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Kommunan eigur matr. nr. 256, og eru vegir lagdir á henda matrikul, og standa eftir øllum at døma 2 úthús ella úthúsa grundir á stykkinum.
TD mælir frá at selja matr. nr. 256.
Eisini mælir TD til at broyta býarplanin fyri Elduvík soleiðis at, at B-øki verður strikað á matr. nr. 256, og at tann parturin, sum ikki er vegur, verður broyttur til F1-øki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/05-2007 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

8.
J. nr. 503 - 07/00248

Innkomin tilboð uppá útstykkingina norður úr Norðurhædd.
Ummæli frá Teknisku Deild:
3 tilboð komu inn og mælir Tekn. deild til at taka av lægsta tilboðnum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/05-2007 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

9.
J. nr. 243 – 07/00409

Borgarar á Høgaleiti søkja í skrivi df. 15/05-2007 um at fáa ein sparkivøll til børnini í økinum við Høgaleiti.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/05-2007 mælt til at taka undir við umsøknini og at taka umsøknina við í raðfesting av sparkivøllum.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

10.
J. nr. 606 – 07/00372

Føroya Landfúti hevur sent umsókn frá Samkomuhúsinum KELDAN, Skálafjørð, um loyvi at reka matstovu í húsinum matr. nr. 541b.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Býráðið hevur givið byggiloyvi til samkomuhúsið, og hevur Brunaumsjón Landsins við skrivi 23/01-05 gókent bygningin.
Samkomuhúsið KELDAN skal hava loyvi frá Landfútanum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til at reka matstovu, kommunan skal bert góðkenna bygningin byggitøkniliga og atkomuviðurskiftini, og tað hava vit gjørt við byggiloyvinum.
TD mælir til at játta umsóknina, treytað av at Føroya Landfúti, Brunaumsjón Landsins og Heilsufrøðiligu Starvsstovan geva sítt viðmæli.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/05-2007 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini

11.
J. nr. SK 7d – 07/00401

Sp/f Dropin, Skálafjørð søkir við skrivi df. 15/05-07 um loyvi at innrætta húsini á matr. nr. 7d í Skálafirði, gamla samkomuhúsið KELDAN, til 16 kømur til útleigan.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Húsini liggja í B-øki og eru ásetingarnar viðlagdar í málinum:
Vísandi til ásetingarnar fyri B-økið, kann partur av húsunum innrættast til vinnuvirki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/05-2007 mælt til at ganga umsøknini á møti, tó treytað av, at byggingin annars lýkur øll mynduleikakrøv og at slík bygging er loyvd á einum B-øki.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

12.
J. nr. G 153a – 07/00407

Jørðin norðanfyri Statoil í Saltangará, er lýst til sølu.
Spurningurin hevur tiki seg upp um kommunan skal keypa tann partin av matr. nr. 153a sum liggur vestan fyri Glyvraveg-Heiðaveg sum er uml. 6.500 m2
Í løtuni er trøðin útløgd sum F1-øki og ein lítil partur er útlagt sum D4-øki.
Hvat økini verða útløgd til í komandi Býarplani, er ilt at siga, men dentur eigur at verða lagdur á at hava fríøkir inn í millum byggiøkini sum eru rímuliga sløtt og kunnu innrættast til øll, eisini rørslutarnaði at verða á og tað er hetta lendi egnað til.
Tekn. deild ger onga tilráðing um keyp.
-Byggi- og býarskipanarnevndin á fundi 21/05-2007 metir, at tað er rætt at ogna sær øki uppá longri sigt , men heldur ikki at prísurin er tann rætti.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

13.
J. nr. 531 – 07/00190

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur í skrivi df. 23/02-07 sent okkum klaga frá borgarum á Niðara Vegi í Søldarfirði, um at bussar verða vaskaðir við vegin, og dálkast vegurin illa av olju og sterkari sápu.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 17/04-2007 samtykt at heita á Tekn. deild um at gera uppskot til loysn.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Býráðið hevur umsókn inni hjá Búnaðarstovuni um loyvi at keypa D5-øki við vegin Oman á Sand í Søldarfirði, og er í løtuni bert 1 umsøkjari til grundstykki. TD mælir til at bjóða eitt av hesum stykkjum til keyps ella leigu.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 22/05-2007mælt til at kanna møguleikarnar fyri at gera vaskipláss á Lambareiði, norðan fyri Sjúkraflutningstænastuna, við oljuútskiljara.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at beina málið aftur í Teknisku nevnd.

14.
J. nr. 540 – 07/00396

Tilboð frá DYGD góðskuvegleiðing – vatnkanningar.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekniska deild hevur kanna tilboði. Royndarstovan er før fyri at gera somu royndir sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan gerð fyri kommununa.
Runavíkar kommuna hevur avtalu við HS hettar árið út.
Mælt verður til at geva tilsøgn um at brúka Dygd um fylgjandi treytir vera loknar:
01. Royndirnar kunna gerast fyri kappingarførar prísir
02. At Dygd ikki skal brúka meira tíð til at gera royndirnar enn HS
03. At royndirnar eru góðkendar av mynduleikun.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 22/05-2007mælt til at taka undir við tilráðingini frá Teknisku deild.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd.

15.
J. nr. 006 – 07/00383

Hjørring kommuna (sum gl. Hirtshals kommuna nú er partur av) sigur í skrivi df. 09/05-2007 at kommunan ynskir at halda áfram við vinarbýarsamstarvinum, sum Hirtshals kommuna hevur havt við Runavíkar kommunu, men sum varð uppsagt í samband við kommunusamanlegging í DK.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 23.05.2007 samtykt at halda fram við verandi vinarbýarsamstarvi, tvs. við samanløgdu Hjørring kommunu, sum nú eisini umfatar Hirtshals.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.

16.
J. nr. 212 – 07/00424

Endurnýggjan av sáttmálanum við Paula Nónklett og Jóhan Sigurd Weihe um koyring av skúlabørnum. Galdandi sáttmálar ganga út 1. aug. 2007.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 23.05.2007 samtykt at leingja sáttmálan í eitt ár og í tí sambandi hækka gjaldið við xx kr/mán. + mvg. Tá nýggi skúlin verður liðugur á sumri 2008, verður øll skúlabarnakoyringin tikin til nýggja viðgerð.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.

17.
J. nr. 403 – 07/00425

Avtala við Sjóvar kommunu um barnatannrøktina hjá børnum úr Sjóvar kommunu, sum eru við í skipanini á Tannlæknastovuni á Skála.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 23.05.2007 samtykt at sáttmáli verður gjørdur at galda frá 01.01.2007, har gjaldið verður býtt javnt út á hvørt barn.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við fíggjarnevndini.

18.
J. nr. 352 – 07/00030

Innkomin tilboð uppá bygging av barnagarði á Skála og í Søldarfirði.
Tekn. deild hevur vent sær til tilboðsgevararnar við ynskjum um broytingar av bygningunum og kostnaðarmeting av hesum.
Báðir tilboðsgevararnir hava boða frá, at sami fermetraprísur er galdandi hóast broytingar verða gjørdar.
Tilmæli frá metingarbólkinum:
Víst verður til innkomin tilboð frá P/f Fjarðahús og P/f Búsetur dagf. 19/03-2007 og nýtt tilboð, aftaná broytingar, dagf. 21/05-2007.
Arbeiðsbólkurin hevur viðgjørt tilboðini og í hesum sambandi gjørt kostnaðaryvirlit og vekta tilboðini sum ásett í útbjóðingarskrivinum.
Mælt verður til at byggja við stoyptum útveggum, so sum alternativt tilboð.
Mett verður at bygningurin við betongútveggum hevur hesar fyrimunir:
1. Sterkari og stívari
2. Minni rakstrarkostnað
Vísandi til úrslit á viðlagda vektarskema, verður mælt til at taka upp samráðingar við P/f Búsetur.
Ummæli frá Sosialu Deild:
Sosiala deild mælir til at taka undir við tilráðingini frá metingarnevndini um at taka upp samráðingar við Búsetur.
Harumframt mælir Sosiala deild til at allur bygningurin verður gjørdur liðugur í einum, sambært tilboðnum frá Búsetur økir tað um kostnaðin við 980.000 kr. pr. bygning. Hetta er skilagott tí kostnaðurin er minni um tað verður gjørt beinanvegin og tí hetta allíkavæl skal gerast í afturgjaldstíðini.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 29/05-2007 tekur undir við tilráðingini frá metingarnevndini og Sosialu deild um at taka upp samráðingar við Búsetur um bygging av barnagarði í Søldarfirði og á Skála sambært innkomnum tilboði og útbjóðingartilfari.
Somuleiðis er samtykt at gera bygningarnar lidnar í einum.
Kostnaður fyri 2 barnagarðar 2x 10.848.119 + 980.000 = kr. 23.656.238
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við Sosialu nevnd.

19.
J. nr. 521 – 07/00242

Sp/f Byggiservice, Tórshavn søkir við skrivi df. 15/03-07 um loyvi at byggja eina høll til Timbursmiðjubygning á havnaøkinum á Skála.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD ger vart við, at í býarplaninum er øki lagt út sum D2-øki sum er til verkstøð til skip og bátar.
TD metir at tað skulu brúkast uml. 18.000 m3 av gróti sum merkt er við ljósabláum liti á tekningini df. 31/05-07.
-Býráðið hevur á fundi 31/05-2007 samtykt at taka undir við uppskotinum frá Tekn. deild.