HEIM

Býráðsfundur 25. januar 2007

1.
J. nr. 521 – 06/00891

Dýping av bátahylinum á Bakka.
Tilboð frá Sea-Star Diving uppá at bora og spreingja uttasta kantin á skerinum, sum er uml. 60 cm høgur, spreingja niður á 3m dýpi og bora og spreingja 2 steinar.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekniska deild hevur kannað tilboðið. Tilboðið umfatar bert burturbeining av kneysunum, arbeiðstakarin kemur við tilboði uppá dýping framvið ætlaðu atløgusíðuni seinni.
Mælt verður til at taka av tilboðnum og at seta arbeiðið í verk beinanvegin.
-Havnanevndi mælir til at taka av tilboðnum og at seta arbeiðið í verk.
-Býráðið samtykti at taka undir við Havnarnevndini.

2.
J. nr. 255 – 06/00776

Elduvíkar bygdar- og fornminnafelag søkir um stuðul at endurreisa trý gróthús, menna felagið og til rakstur av felagnum.
Mentanarnevndin hevur avsett kr. 75.000 á fíggjarætlanini fyri 2007 til endamálið.
-Mentanarnevndin mælir til at veita 75.000 kr í stuðli smb. pkt. 1 í umsóknini, sum fevnir um endurreisan av trimum gróthúsum.
-Býráðið samtykti at taka undir við Mentanarnevndini.

3.
J. nr. 566 – 06/00955

Gøtunøvn á Lambareiði.
Nú annað virksemi enn Landsverk er komið á Lambareiði, verður neyðugt við veganøvnum og adressum.
-Mentanarnevndin mælir til, at gøtan inn á grundstykkið hjá Landsverk og kommununi skal eita Skriðugøta og at brekkan niðan á eiðið har kommunala arbeiðshøllin liggur fær navnið Undir Kongseið.
-Býráðið samtykti at taka undir við Mentanarnevndini.

4.
J. nr. 132 – 07/00040

Felags innkeyp av innbúgvi v.m. til nýggja skúlan og av stólum og ljós- og ljóðútgerð til auluna sum Mentanarhúsfelagið arbeiðir við. Ætlanin er at útvið 300 sitipláss skulu kunna rúmast í auluni, umframt ljóð- og ljósútgerð.
Kannað verður í løtuni, hvat slag av ljóð- og ljósútgerð er hóskandi í góðsku og prísi.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 15/01-2007 tikið í prinsippinum undir við Mentanarhúsfelagnum um felags innkeyp.
-Býráðið samtykti at taka undir við Mentanarnevndini.

5.
SK-243 - 04/00460

Fótbóltshøll í Skálafirði
-Mentanarnevndin er kunnað um skriv frá FSF dagf. 18/12/2006. Málið liggur í løtuni hjá Høllini í Skálafirði v/ Símun Hammer.
-Býráðið varð kunnað um skrivið frá FSF og samtykti at mentanarnevndin tekur upp fund við stigtakararnar.

6.
J. nr. 105 – 07/00044

Ung i Norden 2007.
-Mentanarnevndin tekur undir við ætlanini um at fyriskipa tiltakið Ung í Føroyum í okkara skúla. Mentanarnevndin vil avmarka stuðulin til 25.000 kr. Skipað verður fyri fundi um projektið.
-Býráðið samtykti at taka undir við Mentanarnevndini.

7.
J .nr. 561 – 07/00014

Borgarar við Gerðisveg í Søldarfirði heita á kommununa um at betra um parkeringsviðurskiftini á Gerðisvegi.
-Tekniska nevnd metir ikki at almenur tørvur er á bilstøðlaøki á umsøkta vegastrekki.
-Býráðið samtykti at taka undir við Teknisku nevnd.

8.
J. nr. 503 – 06/00913

Útstykking á Skála frá Fagralíð og norðureftir.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 16/01-2007 mælt til at keypa uml. 4.500 m2 stórt lendi til 4 grundstykkir í framhald av vegnum Fagralíð á Skála.
-Býráðið samtykti at taka undir við Teknisku nevnd.

9.
J. nr. 552 – 07/00049

Brunanevndin fyri Skálafjarðar Sløkkilið sigur í skrivi df. 15/01-2007 at nevndin hevur samtykt at seta fulltíðar settan brunaumsjónarmann í starv frá 1. mai 2007 og mælir býráðnum til at taka undir við hesi ætlan.
-Tekniska nevnd mælir til at taka undir við uppskotinum.
-Býráðið samtykti at taka undir við Teknisku nevnd.

10.
J. nr. 352 – 07/00064

Møgulig leiga av hølum í Kelduni í Skálafirði til barnaansing.
Ummæli frá Sosialu Deild:
Treytað av at allar neyðugar góðkenningar fyriliggja frá Brunaumsjón Landsins og Arbeiðseftirlitinum, mælir Sosiala deild til, at leiguavtala verður gjørd við Kelduna. Og at lýst verður eftir leiðara til nýggjan stovn, soleiðis at fleiri ansingarpláss kunnu útvegast skjótast gjørligt.
Sosiala deild hevur mett um hølini og uttanuøkið, saman við byggikønum, og við pedagogiskari ráðgeving. Niðurstøðan er, at hølini og spæliøkið uttanum er væl egnað til barnaansing.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 25/01-2007 tikið undir við tilmælinum um at gera leiguavtalu við Kelduna í Skálafirði.
-Býráðið samtykti at taka undir við Sosialu nevnd.

11.
J. nr. 352 – 06/00914 og 07/00030

Útbjóðing av bygging av barnagarði í Søldarfirði og á Skála.
Ummæli frá Sosialu Deild:
Ætlanin umfatar bygging av 1. og 2. byggistigið í Søldarfirði og Skála, har seinna. byggistig bert er inniloka. Hvør stovnur skal umfata 2 vøggustovur á 12 børn og 2 barnagarðsstovur á 18 børn.
Kommunan skal standa fyri byggibúgving, atkomuvegi, parkeringsøkið og asfaltering av túni.
-Sosiala nevnd tekur undir við byggiætlanini og arbeiðið verður boðið út.
-Býráðið samtykti at taka undir við Sosialu nevnd.

12.
J. nr. 046 – 06/00995

Setan av leiðara til Dagrøktina á Skála
-Býráðið samtykti at seta Bessa Bjarnason, Saltangará sum leiðara fyri Dagrøktini á Skála.

13.
J. nr. 352 – 07/00031

Royndarskipan við Avtalustýring á einum ansingarstovni hjá kommununi.
Ummæli frá Sosialu Deild:
Sosiala deild mælir til at gera eina roynd við avtalustýring innan barnaansingina. Avtalustýring inniber at Sosiala Nevnd og býráðið orða virðir og málsetningar fyri økið.
-Sosiala nevnd mælir til at gera eina roynd við avtalustýring innan barnaansingina.
-Býráðið samtykti at taka undir við Sosialu nevnd.

14.
J. nr. 502 – 07/00050

Broyting av býarplaninum á Høgaleiti og við Leitisveg, soleiðis at B-økið verður víðka og partur av grøna økinum verður útlagt sum B-øki.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tekn. deild hevur gjørt eitt uppskot, sum umfatar G1-øki sunnanfyri Johan Petersen (4 grundstykkir), og G1-øki eystan fyri Hansinu Berg (25 nýggj grundstykkir).
Her afturat koma 19 grundstykkir, sum eru útløgd eystan fyri útstykkingina sum er, um at verða liðug, í alt 44 grundstykkir .
TD mælir til at søkja um hesa býarplans-broytingina so skjótt sum gjørligt.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 25/01-2007 mælt til at taka undir við tilmælinum frá Tekn. deild.
-Býráðið samtykti at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

15.
J. nr. 512 – 06/0096
8
Jeffri Johannesen søkir í skrivi df. 30/11-06 loyvi at byggja 4 samanbygd hús á stykkið hjá kommununu matr. nr. 35a í Lamba við einum atkomuvegi sum er lagdur partvís inn á matr. nr. 36
Ummæli frá Teknisku Deild:
Ad. 1 Kommunan skal frábýta 4 grundstykkir min. 300 m2 . Útstykkingin og byggingin skal lúka treytirnar í Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu.
Ad. 2 Prísurin er galdandi prísur fyri grundstykkir hjá kommununi.
Ad. 3 Kommunan ger atkomuvegir og heldur teir ( víst verður til atkomuvegirnar til saman bygdu húsini í Runavík)
Áðrenn umsøknin um byggiloyvi verður viðgjørd sum byggimál akulu tekningarnar lúka treytirnar í Almennu byggisamtyktini i Kapittul I 4. gr. Byggiumsóknir.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. Deild.
-Býráðið samtykti at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

16.
J. nr. 305 – 06/00460

Lendi til barnagarð á Skála.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at ognartaka lendi til barnagarð á Skála, um lendi ikki kann fáast til keyps.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 17/01-2007 mælt til at ognartaka økið um tað ikki er møguligt at koma til eina semju.
-Býráðið samtykti at ognartaka økið, um so er at øki ikki fæst til keyps.

17.
J. nr. 521 – 06/00787

Bakkafrost Holding p/f , Glyvrar, søkir um byggiloyvi til víðkan av virkisbygninginum sambært tekningunum nr. 04 – 05 – 06 og nr. 07 df. 28/11-06 og tekningunum nr. 04 – 05 df. 10/01-07 og tekning Plan af sokkeljern df. 16/12-06.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Bakkafrost Holding p/f hevur sent umsøkn og tekningar til Brunaumsjón Landsins, Arbeiseftirlitið og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
TD mælir til at Bakkafrost Holding p/f , Glyvrar fær byggiloyvi sambært tekningunum nr. 04 – 05 – 06 og nr. 07 df. 28/11-06 og tekningunum nr. 04 – 05 df. 10/01-07 og tekning Plan af sokkeljern df. 16/12-06,
at Bakkafrost Holding p/f útvegar okkum stabilitets útrokning av bygninginum.
· Við ásetingunum frá Brunaumsjón Landins og Arbeiðseftirlitinum
· Við ásetingunum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at geva byggiloyvi, treytað av góðkenning frá Brunaumsjón Landsins og Arbeiðseftirlitinum.
-Býráðið samtykti at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini

18.
J. nr. N 47b – 07/00034

Sp/f JHR-Entreprenørar søkja við skrivi df. 10/01-06 um loyvi at byggja virkisbygning á grundstykki sum skal frábýtast matr. nr. 47b á D2-S økinum á Rituvíkshálsi, sambært tekningunum nr. 00 – 01 – 02 – 03 – 04 – 05 – 07 – 08 – 09 og nr. 10, tilfarslista df. 10/01-07.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at frábýta eitt grundstykki til JHR- Entreptrenørar.
TD mælir eisini til at víkja frá avstandinum frá marki frá 6m til 3m.
TD mælir til at játta umsøknina við hesum treytum:
Sambært tekningunum nr. 00 – 01 – 02 – 03 – 04 – 05 – 07 – 08 – 09 og nr. 10, tilfarslista df. 10/01-07.
Kanna stabilitetsrokningarnar sum eru viðlagdar.
Áðrenn byggiloyvi verður avgreitt skal Brunaumsjón Landsins og Arbeiðseftirlitið góðkenna byggiætlanina.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið samtykti at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

19.
J. nr. 105 – 06/00021

Adore Music søkir um fíggjarligan stuðul til Fjarðafestivalin 2007.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 17/01-2007 samtykt at játta 30.000 kr í stuðuli av kto “Annar studningur”.
-Býráðið samtykti at taka undir við Fíggjarnevndini.