HEIM

Eyka býráðsfundur 15. juni 2006

1.
J. nr. 132 – 05/00074

Út- og umbygging av Runavíkar kommunuskúla.
-Mentanarnevndin hevur á fundi 15/05-2006 mælt til at arbeitt verður víðari við samlaðu ætlanini, byggistig ABCDE, og at fíggjarnevndin kannar, hvussu samlaða verkætlanin kann fíggjast, uttan at hetta gongur útyvir tann metta árliga íløgutørvin annars hjá býráðnum, sambært langtíðar fíggjarætlanini.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 11/06-2006 mælt til at byggiætlanin ABCDE, fyri ein samlaðan íløgukarm uppá uml. 85 mió. kr. v/innbúgvi og at ætlanin verður fíggjað partvís úr gjaldførinum og partvís við lántøku.
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini og fíggjarnevndini.

2.
J. nr. 243 – 04/00460

Fígging av verkætlanini “Fótbóltshøll í Skálafirði”.
Kommunala íløgan av verkætlanini er 16 mill. kr. og parturin hjá Runavíkar kommunu verður uml. 3.635.400,00 kr.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 11/06-2006 mælt til at Runavíkar kommuna:
· rindar sín part av ætlanini, treytað av at ætlanin heldur seg innanfyri lýstu fíggjarrammuna.
rindar sín part yvir 15 ár við 242.360,00 um árið umframt rentur.
rindar byrjunargjald á 70 kr per íbúgva, svarandi til 259.000 kr, til arbeiðið fram ímóti endaligari støðutakan.
-Býráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

3.
J. nr. 016-06/0498

Møgulig umskipan av býráðnum frá 1. sept. 2006.
-Býráðið samtykti at velja Hans J. Lamhauge til býráðsformann.
Hans J. Lamhauge verður formaður í fíggjarnevndini og Rodmundur Nielsen verður formaður í byggi- og býarskipanarnevndini og limur í Sosialu nevnd.