HEIM

Býráðsfundur 29. juni 2006

1.
J. nr. 251 – 06/00452

2. viðgerð av eykajáttan til víðkan av Musikkskúlaskipanini.
-Mentanarnevndin og fíggjarnevndin mæla at veita eina eykajáttan uppá kr. 100.000,00 til víðkan av musikkskúlaskipanini.
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Mentanarnevndini og Fíggjar-nevndini.

2.
J. nr. 305 – 05/00286

2. viðgerð av eykajáttan til umsorganararbeiðið á Eldrasambýlinum á Skála.
-Sosiala nevnd og Fíggjarnevndin mæla til eykajáttan uppá kr. 64.000,00 til umsorganararbeiði.
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.

3.
J. nr. 105 – 06/00445

2. viðgerð av eykajáttan til asfaltering í Skálafirði.
-Tekniska nevnd og Fíggjarnevndin mæla til at játta 100.000 kr til asfaltering.
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Teknisku nevnd og Fíggjarnevndini.

4.
J. nr. G 219e – 05/00043

Viðvíkjandi sølu av bygninginum á matr. nr. 219e til P/F Kongshavn.
-Fíggjarnevndin mælir til at selja grundøki við tinglýstum servituttum
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.

5.
J. nr. OY 118b – 04/00273

Viðvíkjandi sølu av bygninginum á matr. nr. 118b í Oyndarfirði, til Pan Fish
-Fíggjarnevndin mælir til at selja grundøki við tinglýstum servituttum
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.

6.
J. nr. 132 – 05/00811

Samstarvsavtala við Mentamálaráðið um Undirvísingarmiðlaportal.
Smb. uppskotinum er parturin hjá kommununum kr. 500.000,00 um árið.
Parturin hjá Runavíkar kommunu verður uml. kr. 38.500,00 um árið.
-Mentanarnevndin mælir til at taka undir við uppskotinum.
Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við mentanarnevndini.

7.
J. nr. 568 – 06/00519

Eldrafelagið Nón heitir á kommununa um at seta gøtulyktir framvið Torvgøtu.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Av tí at vegurin er smalur, mælir Tekn. deild til at mastrar, sum skulu hava eina hædd soleiðis at lastbilar v.m. ganga undir, verða heftar í garðin hjá Nón.Kostnaðarmeting uml. 30.000,00.
TD mælir til at arbeiðið verður gjørt.
-Tekniska nevnd mælir til at seta mastrar upp, smb. tilráðing frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Tekisku nevnd.

8.
J. nr. L 15 – 06/00535

Jóanes Johannesen, Søldarfjørð søkir um loyvi at gera nýggja innkoyrin til húsini á matr. nr. 14 og 15 í Søldarfirði, úr Byrgisvegnum og norður. Hann ætlar at flyta bilhúsið vestur um sethúsini.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Húsini hava atkomuveg til Søldarfjarðarveg. TD mælir til at játta umsøknina við teirri treyt at vegurin líkur tey krøv sum kommunan setir til vegíbindingar og vegurin verður gjørdur uttan útreiðslur fyri kommununa.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 20/06-2006 samtykt at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Tekisku nevnd.

9.
J. nr. 503 – 06/00368

Frábýti av grundstykkjum í Lamba
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at góðkenna uppskotið hjá Tekn deild um frábýti.
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

10.
J. nr. G 72 – 06/00529

Keyp av matr. nr. 72 frá Føroya Kirkjugrunni til parkeringspláss.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Tá ið kirkjan er tikin niður, mælir Tekn. deild til at keypa matr. nr. 72 frá Føroya Kirkjugrunni til samanlegging við matr. nr. 70a, at brúka til parkeringspláss.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/06-2006 mælir til at taka undir við tilráðing frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

11.
J. nr. 130 – 06/00478

Frábýti av grundstykki í Skálafirði.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Í samband við útykkingina í Skálafirði í síni tíð, viðtók Skála kommuna at gera eina útstykkingi til 5 grundstykkir, og tað er gjørt.Tekn. deild helt tað verða rættast at leggja kloakk og vatn til stykkið vestan fyri matr. nr. 7d til framtíðina, og tað er gjørt. TD mælir til at frábýta uml. 786 m2 burtur av matr. nr. 7a til sjálvstøðugt grundstykki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 21/06-2006 mælt til at taka undir við tilráðingini frá Tekn. deild.
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

12.
J. nr. 130 – 06/00491

Óla J. Rólantsson søkir við oyðublaðið df. 18/10-05 um grundstykki á Gørðunum í Søldarfirði.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Búnaðarstovan er farin í holt við eina nýggja mannagongd tá tað snýr seg um sølu av grund-stykkjum, og hon er at kommunurnar skulu keypa lendi til grundstykkini og selja tey víðari.
TD mælir til at kommunan keypir B-øki á matr. nr. 108, uttan grundstykkið undir gomlu Garðahúsunum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at kommunan keypir lendi sum liggur á B-økinum á Gørðum og selur grundstykki til Óla Jákup Rólantsson.
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

13.
J. nr. SK 137a – 06/00531

Keyp av partinnum av matr. nr. 137a , sum liggur vestanfyri sunnaru útstykkingina á Skála, millum tveir partar av matr. nr. 519a sum kommunan eigur.
Ummæli frá Teknisku Deild:
Stykkið er merkt við reyðum á hjáløgdu skitsu. TD mælir til at keypa hetta stykki.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at keypa stykki, sum er 420 m2.
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

14.
J. nr. SK 253e – 06/00378

Sp/f AB Komfort søkir um loyvi at keypa grundstykki matr. nr. 253e , frá Hans P. Olsen, Skála.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD heldur tað verða rættast at Hans P. Olsen avhendar stykkið til kommununa, og at stykkið verður sett á bíðilistan hjá kommununi.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at stykkið verður latið aftur til kommununa.
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

15.
J. nr. 06/00522

Viðvíkjandi ognin matr. nr. 390 og 391 á Skála, sum liggur beint sunnanfyri kirkjugarðin á Skála.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at keypa matr. nr.394 og tann partin av matr.nr.122 sum liggur ímillum matr.nr.394 og kirkjugarðin at leggja saman við matr. nr. 390.
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

16.
J. nr. OY 118b – 06/00546

Frábýti av grundstykki undir bygninginum á matr. nr. 118b í Oyndarfirði.
Ummæli frá Teknisku Deild:
TD mælir til at býta matr. nr. 118b sundur soleiðis at grundstykkið undir bygninginum verður avmarkað til útveggirnar í alt uml. 878 m2.
Restin av matr. nr. 118b uml. 365 m2 skulu leggjast saman við matr. nr. 118a.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at geva loyvi til frábýti.
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

17.
J. nr. S 60a – 06/00547

Marni Weihe, Søldarfjørð søkir í skrivi df. 22/06-2006 um frábýti av einum grundstykki burturav leigutrøðni hjá Benny Weihe matr. nr. 60a í Søldarfirði.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at játta umsøknina, smb. nýggju treytunum hjá Búnaðar-stovuni.
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Byggi- og býarskipanarnevndini.

18.
J. nr. 512 – 06/00122

19.
J. nr. 606 – 06/00193

20.
J. nr. 103 – 06/00492

Ársroknskapurin fyri Runavíkar kommunu 2005.
-Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna roknskapin fyri 2006
-Býráðið hevur á fundi 29/06-2006 samtykt at taka undir við Fíggjarnevndini.