HEIM

Býráðsfundur 14. desember 2006

1.
J. nr. 352-200600944

Eykajáttan til Barnaansingina 2006
Ummæli frá Sosialu Deild:
Samlaða brutto meirnýtslan hjá Barna-ansingini fyri 2006 er mett til 839.000 kr.
Frágreiðingin til yvirnýtsluna ar fylgjandi:
· Lønarhækkan 253.000 kr.
· Skattafríði parturin 212.000 kr.
· Øking av tilboðnum 98.000 kr.
· Fíggjarætlanarfeilur 267.000 kr.
Íalt 830.000 kr.
Á kontuni ”øking av barnaansingini” á 450.000 kr. eru nýttar 120.000 kr. til barnaansinga í øðrum kommunum, eftir er 330.000 kr.
Sosiala deild leggur tí umbøn fram um eykajáttan á 509.000 kr.
-Sosiala nevnd hevur á fundi 23/11-2006 tikið undir við tilmælinum um eykajáttan, og leggur málið fyri fíggjarnevndina til viðgerðar.
-Fíggjarnevndin samtykti at mæla býráðnum til at samtykkja hesar eykajáttanir og lækkingar:
1. Til øking av barnaansing - 330.000
2. Barnagarðar,
a. Barnagarðurin á Mýrunum 4.000
b. Dagrøktin í Runavík 178.000
c. Dagrøktin á Skála 502.000
d. Fríðtíðarskúlin í Runavík 94.000
e. Fríðtíðarskúlin á Skála -49.000
f. Útibarnagarðurin Víkin 78.000
g. Barnaansing í summarfríðtíðini 33.000
Samanlagt 510.000
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2006 einmælt samtykt at taka undir við Sosialu nevnd og Fíggjarnevndini

2.
J. nr. 102 – 06/00939

Eykajáttan til Moldgoymsluna í Rituvík.
-Tekniska nevnd hevur á fundi 21/11-2006 mælt til at játta umsøknini.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 23/11-2006 mælt til at fylgja tilmælinum, og mælir til at játta eyka 285.000 kr fyri 2006.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2006 einmælt samtykt 1. viðgerð av eykajáttanini.

3.
J. nr. 102 – 06/00943

Eykajáttan til jarðarkeyp konto nr. 31030-0200 neyðug eykajáttan kr. 200.000,00.
-Byggi- og býarskipanarnevndin hevur á fundi 22/11-2006 beint málið í fíggjarnevndina til avgreiðslu.
-Fíggjarnevndin hevur á fundi 23/11-2006 mælt til at játta eyka 200.000 kr fyri 2006.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2006 einmælt samtykt 1. viðgerð av eykajáttanini

4.
J. nr. 102 – 05/00625

Eykajáttanir fyri 2006.
Roknskapardeildin er komin við fylgjandi yvirliti yvir konti, sum hava tørv á eyka játtan fyri 2006:
150.000 Verkstaður v.m.
520.000 Fríðkan av økjum
230.000 Umsiting av bøgørðum
100.000 Kavagrevstur
80.000 Spælipláss (sparkivallir)
250.000 Kirkjugarðar
200.000 Arb.mark.eftirgj.
250.000 Tannlæknin á Skála
133.000 Kommunal fyrisiting (heimasíða)
100.000 Kommunal fyrisiting (EDV)
2.013.000 íalt

-Fíggjarnevndin mælir til at játta eyka fyri 2006 íalt 2.013.000 kr sambært innstillingini hjá roknskapardeildini.
Fíggjarnevndin heitir á umsitingina og nevndarformennirnar um at syrgja fyri, at fíggjarætlanin verður hildin framyvir, og at peningur ikki kann nýtast, sum játtan ikki frammanundan er fyri.
-Býráðið hevur á fundi 30/11-2006 einmælt samtykt 1. viðgerð av eykajáttanini.

5.
J. nr. 521 – 06/00787

Bakkafrost Holding P/F søkir í skrivi dagf. 27/11 2006 um útgrevstrarloyvi til uppíbygging.
Ummæli frá teknisku deild:
Tekniska deild mælir til at játta umsóknina við teirri treyt, at teir so skjótt sum gjørligt søkja um endaligt byggiloyvi við neyðugum skjølum.

6.
J. nr. SK 301b – 06/00971

Leingjan leigusáttmálanum viðv. Kafeteria á Skála.
Marnar Danielsen sigur frá, at áhugi er fyri at leingja leigumálið, men hevur nakrar spurningar, sum tey ynskja viðgjørdar m.a. hølini, sum ikki eru góðkend síðani 1999 av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, útgerð og streym til Campingplássið.

7.
J. nr. 503 – 05/00476

Avlopsgrót frá útstykkingini á Høgaleiti, framhald av Hjallavegi og á Norðurhædd.