HEIM

Býráðsfundur 1. juni 2006

1.
J. nr. 251 – 06/00452

Møgulig víðkan og samskipan av musikkskúlavirkseminum í Nes Sóknar Musikkskúla at umfata allar bygdirnar í kommununi.
-Mentanarnevndin mælir at játta kr. 100.000,00 til endamálið
-Fíggjarnevndin mælir til eykajáttan kr. 100.000,00 í hesum fíggjarárinum
-Býráðið samtykt at taka undir við tilmælinum frá mentanarnevndini og fíggjarnevndini.

2.
J. nr. 352 – 06/00460

Áheitan um bygging av Barnagarði á Skála.
-Sosiala nevnd mælir til at kommunan keypir lendi til ein komandi ansingarstovn.
-Býráðið samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd.

3.
J. nr. 352 – 06/00096

Barnaansingin – saman við møguligari ætlan hjá Skótunum at byggja hús í Runavík.
-Sosiala nevnd mælir til at arbeiða víðari við ætlanini
-Býráðið samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd.

4.
J. nr. 105 – 06/00445

Asfaltering av parkeringsøki í Skálafirði.
-Tekniska nevnd mælir til at brúka kr. 100.000,00 og heitir á fíggjarnevndina at játta peningin.
-Fíggjarnevndin mælir til at veita eykajáttan uppá upphæddina
-Býráðið samtykt at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og fíggjarnevndini.

5.
J. nr. 503 – 06/00374

Vegur til útstykking í Rituvík – framhald av Geilargøtu. 3 tilboð eru innkomin
-Tekniska nevnd mælir til at taka av lægsta tilboðnum
-Býráðið samtykt at taka av tilboðnum frá Ronny L. Olsen áljóðandi kr. 380.248,00.

6.
J. nr. 311 – 05/00118

Umsókn frá H. J. Johannesen um bygging av eldraíbúðum á Skála.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til býarplansbroyting soleiðis at 4.900 m2 av C-4 økinum verður broytt til B-øki.
-Býráðið samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

7.
J. nr. 135 – 06/00444

Sp/f Tatanka v/ Jóhan á Plógv, søkir um grundstykki á Ídnaðarøkinum.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til játta umsóknini
-Býráðið samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

8.
J. nr. 512 – 06/00122

BBR – Service – frábýti av grundstykki á Lambareiði uml. 2.800 m2 til støddar.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til frábýta øki til sølu ella leigu
-Býráðið samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

9.
J. nr. T 114a – 06/00465

Ognarhagin á Mýrunum søkir um at frábýta eitt grundstykki burtur av trøðni matr. nr. 114a til KFUM-skótarnir at byggja skótahús á.
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til játta frábýti
-Býráðið samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

10.
J. nr. 503 – 05/00612

Keyp av lendi til víðkan av útstykking á Skála
-Byggi- og býarskipanarnevndin mælir til at keypa 28.400 m2 til útstykking
-Býráðið samtykt at taka undir við tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini.

11.
J. nr. 561 – 05/00809

Liðugerð av Fjøruvegi í Runavík.
-Tekniska nevnd mælir til bjóða arbeiði út.
-Fíggjarnevndin tekur undir við Teknisku nevnd og mælir til at arbeiðið verður fíggjað við eykajáttan.
-Býráðið samtykt at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

12.
J. nr. 521 – 06/00175

Uppskot til sáttmála millum Skála Skipasmiðju og Runavíkar kommunu um leigu av havnalagi á Skála.
-Havnanevndin mælir til at gera sáttmála um leigu fyri 2 ár.
-Býráðið samtykt at taka undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

13.
J. nr. 305 – 05/00286

Eykajáttan til umsorganararbeiðið á Eldrasambýlinum á Skála.
-Sosiala nevnd hevur samtykt at biðja fíggjarnevndina um eykajáttan uppá kr. 64.000,00
-Fíggjarnevndin mælir til at veita eykajáttan uppá 64.000,00
-Býráðið samtykt at taka undir við tilmælinum frá Sosialu nevnd og Fíggjarnevndini.

14.
J. nr. G 219e – 05/00043

Viðvíkjandi sølu av bygninginum á matr. nr. 219e til P/F Kongshavn.
-Fíggjarnevndin mælir til at selja grundøki við tinglýstum servituttum
-Býráðið samtykti at útseta málið.

15.
J. nr. OY 118b – 04/00273

Viðvíkjandi sølu av bygninginum á matr. nr. 118b í Oyndarfirði, til Pan Fish
-Fíggjarnevndin mælir til at selja grundøki við tinglýstum servituttum
-Býráðið samtykti at útseta málið.

16.
J. nr. 132 – 05/00074

Út- og umbygging av Runavíkar kommunuskúla.
-Articon var á fundinum og kunnaði um ætlanina.