HEIM

Bátapláss

 

Tey ið ynskja bátateym í Funningsfirði, Oyndarfirði, Skálafirði, Skála, Søldarfirði, á
Glyvrum og í Runavík biðjast venda sær til Runavíkar havn tlf. 447015 ella á
teldupostinum port@runavik.fo

Reglugerð fyri bátapláss við Runavíkar havn.

Á býráðsfundinum 26/6-2013 samtykti býráðið at seta í gildi reglugerð fyri bátapláss við Runavíkar havn bæði á sjógvi og landi. Hesar reglugerðir komu í gildi 1. oktober 2013.

Reglugerð fyri nýtslu av bátaplássum við Runavíkar havn (82,2 KB)

Reglugerð fyri bátaplássini á landi (69,3 KB)