HEIM

Bátafelagið á Bakka

Bátafelagið á Bakka eigur eini hús niðri á støð á Glyvrum, sum limirnir í felagnum hava bygt.
 
Formaður:
Herbert Olsen
Tel: 218788
 
Limirnir hava atgongd til húsini, húsini vera til dagligt brúkt sum undirhús, har møguleiki er at fáa eitt prát, drekka ein kaffimunn og spæla kort.
 
Húsini kunnu leigast til smærri tiltøk, pláss er fyri 25-30 fólkum.

Ætlanin er, at fólk, sum koma á vitjan við báti, skulu kunna brúka húsini og baðstovuna. 

Alment wc er í bygninginum, sum er opið frá 1. apríl til 1. september.