HEIM

Æðuvík

Bygdin liggur á grønari fløtu undir lágari høvd í náttúruvøkrum heiðalendi. Við sjóvarmálan er lítil støð, har møguleiki er fyri kamping og tjalding. Norðanvert bygdina er gamla Tinghellan, har várting varð hildið. Her er høgligt at ferðast runt í haganum, har frítt útsýni er til allar síðir. Vegirnir í lyngklædda láglendinum kring bygdina eru eyðmerktir sum Sóljuleiðir, ið eru serliga náttúruvakrir vegateinar.
Opið er út á hav og fría útsýnið verður bert einstaka ferðir brotið av skipum, sum hómast í havsbrúnni. Æðuvík er brimpláss, serliga á lágætt, so ansast skal eftir havalduni, tá hon stórsligin brestur móti landið. Djúpt er niðurfyri og tá kyrrindi eru, er serstakliga vakurt at kava útfyri bygdina, har stórir klettar standa í sjónum nakað frá landi.

Æðuvík er niðursetubygd frá 1897.

Í Æðuvík sigst, at nógvir huldumenn hava verið, men Evensen próstur, gekk runt um garðarnar og fekk rikið teir útum. Á varðagøtuni Æðuvík - Nes kemur man fram við Promsgili, har søgnin sigur, at huldufólk búðu.

Í 2001 varð Æðuvík kosin "Føroya Best Røkta Bygd" og verður tí vælvitjað av ferðafólki bæði um summarið og á jólum, tá Æðuvík er jólabygd, skrýdd við perum og pynti.
Í Æðuvík sæst ein vakur minnisvarði, sum varð avdúkaður í oktober 1997, til 100 ára minningarhaldið fyri bygdina. Minnisvarðin sýnir myndir av fýra teim fyrstu hjúnunum, ið bygdu Æðuvík.

Kelda: visitrunavik.fo